Vanavegleiðing.

Vanavegleiðing.

Eg fari hervið at taka kundar inn til vanavegleiðing (Vanecoaching)

Og nú havi eg eisini sett møguleikan upp til at vera online, har vit tosa saman einaferd um vikuna, í 4 vikur.

  • Les meira niðast á síðuni.

í hesum sambandi verður tosað um vanar, sum er ein partur av okkara gerandisdegi. Tó kann tað vera, at onkur av okkara vanum eru minni góðir, og vit tí kundu hugsað okkum at broytt onkran av teimum.

Vanar eru so nógv ting, tí kunnu tað eisini vera so nógv ymisk ting, talan kann vera um.

Tað kann vera eitt nú, ynski um at røra seg meira, eta annaðleiðis, minka um/leggja av at roykja, fáa meira grønmeti inn í gerandiskostin, minka um brúk av telefon ella skíggja sum heild, ynskja meira svøvn, og mangt mangt annað.

Ein viðtala inniber:

Tað vit gera í eini viðtalu, er fyrst at tosa um hvør vanin er ið ein ynskir at broyta, síðan tosa vit um hvussu hendan broyting kann røkkast.

Ofta er ein vani baseraður á at dekka ein tørv, og málið er at finna, hvussu hesin tørvur kann dekkast á annan hátt.

Stutt og greit, er tað tú sjálv/ur ið avgerð hvør broyting ið skal gerast, og við hjálp av teim amboðum ið eg havi ognað mær, finna vit fram til hvussu hendan broyting skal fara fram, so tú ert nøgd/ur við tað framferð fyri at hon skal verða til bestu hjálp fyri teg.

Tímin endar við, at tú fært eina uppgávu til broyting at útføra til næstu viðtalu. Tá so næsta viðtala er, taka vit samanum, hvussu hevur gingist, um hettar var júst tað ið skuldi til, ella um vit møguliga skulu gera okra fíninnstilling til næstu viðtalu.

————————————————————

  • Vit koma nærri inn á, hvussu vit evt. kunnu broyta eitt vanamynstur.

  • Finna fram til aðrar loysnir.

  • Eftir eitt prát, verður sett eitt mál fyri hvat ið skal náast, og hvørjar broytingar skulu gerast fyri at náa hartil.

  • Vit tosa um forðingar ið kunnu koma fyri, og finna fram til loysnir um tað skuldi verið, at hettar skuldi hent.

  • Vit taka eitt mál í senn. Smá stig.

  • Til seinast í viðtaluni, leggja vit í felag eina ætlan fyri hvat broyting skal gerast til næstu viðtalu.

  • Um tú ynskir, møtast vit aftur við jøvnum millumbilum, fyri at tosa um hvussu tað hevur gingið síðan seinastu viðtalu, og hvøjar forðingar hava verið á vegnum, og finna eina loysn so hvørt.

  • Vit tosa eisini um fyrimunir og vansar við at broyta ávísu vanar, og hvat hettar hevur at siga, tá málið er rokkið.

————————————————————

Online viðtala.

Ynskir tú at gera eina vanabroyting?

So er møguleiki nú at gera tað online- og er hettar eitt forløb uppá 4 vikur..

Fyrsta samrøða, verður at tosa um hvat mál man ynskir at røkka, og hvørja broyting man ynskir at gera fyri at røkka hesum máli.

Eftirfylgjandi tosa vit saman, eina ferð um vikuna, fyri at uppdatera hvussu gongur og evt. gera onkrar broytingar.

Allir vanar eru til at broyta.

Kostn. fyri vikur er 1800 kr.

• Eg eri útlærd vana- og ovuráts ráðgevi

————————————————————

Um hettar hevur tín áhuga, ert tú vælkomin antin at skriva ella ringja til mín, so kunnu vit avtala eina tíð til eitt prát, antin á telefon ella vit møtast til eitt óbindandi prát, og finna útav um hettar er nakað fyri teg.

————————————————————

Eg havi viðtaluhøli á Toftum á Úti á Reyni í Tórshavn.