Rørsla og kostur

Rørsla og kostur fyri børn og ung.

Liðvenjing, har tvey og tvey venja saman. Vit hava tað stuttligt, vit læra um kort og rørslu - og saman finna vit tær bestu venjingarnar til tín.

Tíðin vísir, at tey flestu eru rættuliga tilvitað um týdningin av venjing og heilsu, og er tað eisini galdandi fyri okkara ungdóm, sum ofta eru at síggja í venjingarmiðstøðum.

Hettar haldi eg er sera gleðiligt at síggja, og hugsaði eg, at Ungdómsliðið kundi verið ein upplagdur møguleiki at læra seg at brúka tey ymisku amboðini, saman við míni vegleiðing, at gera venjingarnar rætt og at fyribyrgja og umganga skaðar.

Og samstundis fáa eitt gott ja upplivilsi av venjingini⭐️